Uttanlands

Stórabretland: Tríggir persónar undir illgruna fyri at njósnast fyri Russland

Tríggir bulgarskir ríkisborgarar – tveir menn og ein kvinna – vórðu í februar handtiknir, og eru undir illgruna fyri njósning, sambært BBC

Høvuðssætið hjá løgregluni í bretska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

Høvuðssætið hjá løgregluni í bretska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

2023-08-16 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar vóru tríggir persónar handtiknir í Stórabretlandi, tí teir vóru undir illgruna fyri at hava njósnast fyri Russland, avdúkaði BBC týsdagin.

Talan er um tríggjar bulgarskar ríkisborgarar – ein 45 ára gamal maður, ein 41 ára gamal maður, og ein 31 ára gomul kvinna – sum eru undir illgruna fyri at njóasnast fyri russiskar fregnartænastur, og hava teir verið varðhaldsfongslaðir síðan februar, og skulu fyri rættin í januar, skrivar bretski miðilin.

M.a. eru teir ákærdir fyri at hava í varðveitslu følsk samleikakort og onnur skjøl, sum stava frá fleiri londum - Stórabretlandi, Bulgaria, Fraklandi, Italia, Spania, Kroatia, Slovenia, Grikkaland og Kekkia.

Sambært bretsku løgregluni vórðu tilsamans fimm persónar handtiknir í februar fyri at hava brotið lógina, sum hevur til endamáls at verja bretsk ríkisloyndarmál, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder