Uttanlands

Stórabretland vil hava fríhandilsavtalu við USA

Hetta sigur bretski uttanríkisráðharrin, sum í hesum døgum er í USA

Dominic Raab er í gongd við at fáa eina sera týdningarmikla avtalu fyri Stórabretland uppá pláss - Mynd: EPA

Dominic Raab er í gongd við at fáa eina sera týdningarmikla avtalu fyri Stórabretland uppá pláss - Mynd: EPA

2019-08-07 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brexit fer at fáa ymiskar avleiðingar fyri Stórabretland, m.a hvat handilsvirksemi viðvíkur. Uttanfyri ES eru ikki somu treytir, og tí verður hugt eftir øðrum møguleikum.

Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, er í USA, og hann sigur, at Stórabretland hevur í hyggju at samráðast við USA um eina fríhandilsavtalu. Boris Johnson sendi Raab yvir um Atlantshavið fyri at skjótt fáa eina avtalu uppá pláss, nú Brexit-dagurin nærkast. 

Sambært altjóða miðlunum hevur Raab millum annað havt fund við forsetan Donald Trump. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder