- Vit fegnast um avtaluna millum MEST og Enercon, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú týski vindmylluframleiðarin Enercon og MEST hava skrivað undir avtalu um eftirlit og viðlíkahald av vindmyllum.
- Tað hevur stóran týdning fyri framleiðsluna av grønari orku í Føroyum, at serfrøðingar eru í landinum, sum kunnu traðka til beinanvegin, um brek er á myllunum. Á tann hátt fer minst møgulig vindorka fyri skeyti, tá møguligt brek er á myllunum, sigar hann.
SEV hevur havt avtalur við týska vindmylluframleiðaran Enercon um viðlíkahald av vindmyllunum í Húsahaga og í Neshaga, síðan uppseting, men tað er ein fyrimunur, at viðlíkahald og møguligar umvælingar kunnu fara í gongd beinanvegin, heldur enn at serfrøðingarnir skulu koma uttanlands frá at hyggja at myllunum, skrivar SEV á heimasíðu sínari.
- Avtalan er eisini eitt greitt tekin um, at Enercon er sinnað at tryggja sær eina fasta støðu her í Føroyum, sigur Hákun Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald