Innanlands

Stórbilar fingið nýggjar eigarar

Ein starvsfólkabólkur í Stórbilum hevur keypt felagið frá John Olsen. Felagið flytur í næstum úr Hvalvík til Rituvíkar

(Mynd: Stórbilar / Facebook)

(Mynd: Stórbilar / Facebook)

2021-02-08 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hevur ein starvsfólkabólkur í Stórbilum keypt felagið frá John Olsen. Felagið hevur stórar ætlanir fyri framman, og kundin skal rokna við fleiri nýggjum og nútímans tænastum.

Stjóri í felagnum er Páll Rói Poulsen, og er hann ein av fimm, ið hava keypt felagið. “Vit hava eitt sterkt toymi og vit veita sera góðar vørur og tænastur. Farið verður undir at flyta í størri og meira nútímanshóskandi hølir, og hetta fer kundin at merkja á jaligan hátt”.

Stórbilar eiga ein bygning á Rituvíkarhálsi, sum farið verður undir at nútímansgera, so at felagið kann flyta úr Hvalvík til Rituvíkar.

- Tað er ongin loyna, at við Eysturoyartunlinum, flyta vit okkum nærri meginøkinum, og tað er ein fyrimunur fyri kundar okkara, sigur Páll Rói Poulsen.

Stórbilar eru best kendir fyri at umboða Volvo og Renault lastbilar. Men Stórbilar hava eisini onnur umboð: Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar.

Harumframt hevur Stórbilar eitt verkstað í serflokki.

- Vit hava serstakliga dugnalig fólk, sum hava drúgvar royndir, bæði í Føroyum og í útlandinum og tað er eitt mál hjá okkum, at veita ta bestu tænastuna.

Fakta:
Stovnað: 2011
Umboð: Volvo Truck Denmark, Renault Trucks, Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar Starvsfólk: 8 ársverk
Heimstaður: Hvalvík (verður flutt til Rituvíkarháls)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder