![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eftir meira enn 100 dagar uttan ein skrásettan tilburð av lokalt bornari smittu hevur Nýsæland nú skrásett fýra tilburðir í Auckland. Tað boðar forsætisráðkvinnan Jacinda Ardern frá týsdagin, sambært The Guardian.
Forsætisráðkvinnan hevur tí valt, at geva boð um at lata stórbýin aftur frá mikudegnum av.
Afturlatingin vil í fyrsta umfari galda í tríggjar dagar, ímeðan myndugleikarnir fara at smittuspora nýggju tilburðirnar.
Afturlatingin ber við sær, at allir skúlar og dagstovnar verða stongdir.
Tey fýra smittaðu eru øll í familju við hvønn annan, boðar Jacinda Ardern frá. Tey hava eftir øllum at døma einki tilknýti til tær miðstøðir, har ferðandi vera sett í sóttarhald, eftir at tey eru vend heim.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur víst á Nýsæland sum eitt dømi, fyri effektiva strategi móti koronakreppuni.
Nýsæland, ið hevur 22 milliónir íbúgvar hevur bert skrásett 22 andlát við covid-19. 1.570 tilburðir eru skrásettir í landinum sambært tølunum frá Johns Hopkins University.
Tilburðirnir týsdagin vóru teir fyrstu tilburðirnir, ið vóru bornir lokalt síðan 1. mai. Tí hava avmarkingar ikki verið galdandi í Nýsælandi í fleiri mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald