Uttanlands

Stóreldur í sponskum íbúðarblokki

Arbeitt verður at fáa øll út úr íbúðarblokki í Valencia, har eldur fyrr í kvøld kyknaði. 13 fólk eru særd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-22 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru ikki tespiligar myndir, sum eru at síggja úr spanska býnum Valencia í kvøld, har eldur er kyknaður í einum høgum íbúðarblokki.

Myndugleikarnir fingu boðini um eldin um hálvguna seks tíðina lokala tíð, og eru væl mannaði á staðnum. El Pais skrivar, at 13 eru særd í eldinum, og seks av hesum skulu vera sløkkiliðsfólk.

El Pais skrivar, at logarnir byrjaðu á fimtu hædd, men eftir einum hálvum tíma var eldur í øllum bygninginum, skrivar vg.no.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder