Í kvøld fór stórfavoritturin, Duncan Laurence úr Hollandi, av stað við sigrinum í ársins Eurovision sangkapping í Tel Aviv. Sangurin "Arcade" fekk heili 492 stig.
Hetta er 5. ferð at Holland vinnur í hesari kappingini og fyrstu ferð síðan 1975.
Eisini vann Holland í 1957, 1959 og 1969.
Til ber at lurta eftir vinnarasanginum omanfyri.
Norðurlondini endaðu í top 13
Tey norðurlondini, sum megnaðu at vinna sær pláss í finaluni, endaðu í ovaru helvtini av stigartalvuni.
Noreg endaði á 5. plássinunum við 338 stigum, og Svøríki var beint í hølunum á teimum á 6. plássinum við 332 stigum. Ísland endaði á einum 10. plássi við 234 stigum, og Danmark endaði á einum 12. plássi við 120 stigum.
Bretland endaði aftast við 16 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald