Í dag, jólaaftan, fekk Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn 300.000 krónur í gávu. Hetta er stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum, sum á hvørjum ári letur peningagávur til vælgerandi endamál.
Betri Stuðulsgrunnurin letur eisini fíggjarligan stuðul til onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju. Hvønn sunnudag í advent hevur grunnurin latið adventsgávur, sum hava verið avdúkaðar, tá lúka er latin upp á betristudul.fo Samanlagt er stuðul latin fyri 1.110.000 krónur.
- Betri samtakið er eitt stórt felag í Føroyum, og hevur tí ávísa samfelagsábyrgd í mun til síni medmenniskju. Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd, og vit frøast um, at Betri Stuðulsgrunnurin kann lata stuðul til tey, ið hava tørv á tí. Í ár fer stórsta gávan til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri P/F.
Endamálið hjá grunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul, sum í høvuðsheitum verður latin til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.
Hesar vóru adventsgávurnar í 2020:
Fyrsta sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Heilbrigdinum, kr. 150.000,-
City Church meals, kr 30.000,-
Herberginum, kr. 30.000,-
Annan sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Parkinsonfelagnum, kr. 100.000,-
Deyvafelagnum, kr. 50.000,-
Barnaheiminum, kr. 50.000,-
Og triðja sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Blindafelagnum, kr. 50.000,-
Autismufelagnum, kr. 50.000,-
Beranum, kr. 50.000,-
Kvinnuhúsinum, kr. 50.000,-
Fjórða sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Barnadeildini í Sjúkrahúsverkinum, kr. 50.000
Umsorganarheiminum Gloria, kr. 50.000
Krabbameinsfelagnum, kr. 50.000
ADHD felagnum, kr. 50.000
Og jólaaftan varð stóra jólagávan á kr. 300.000 latin Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Tíðindaskriv frá Betri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald