Uttanlands

Stórhertogin í Luksemburg deyður

Jean stórhertogi gjørdist 98 ára gamal

Jean stórhertogi og sonurin Henri, sum fekk valdið í Luksemburg í 2000 (Savnsmynd: EPA)

Jean stórhertogi og sonurin Henri, sum fekk valdið í Luksemburg í 2000 (Savnsmynd: EPA)

2019-04-23 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jean stórhertogi í Luksemburg, er deyður 98 ára gamal. Tað kunngjørdi núverandi ríkisovastin í landinum, Henri stórhertogi í eini fráboðan í dag.

Jean stórhertogi lat valdið frá sær í 2000 og gav trúnuna víðari til son sín, Henri stórhertoga.

Jean var maðurin, sum broytti Luksemburg til ein fíggjarligan miðdepil í Evropa. Hann tók við trúnuni eftir móður sína, Charlotte stórhertoginnu, sum legði frá sær í 1964.

Jean varð føddur 5. januar 1921 sum sonur til Charlotte stórhertoginnu og Felix prins av Bourbon-Parma.

Hann vaks upp í skugganum av øðrum veraldarbardaga, tá familjan mátti flýggja undan nasistunum til USA og Kanada.

Jean kom aftur til Evropa í 1942 har hann fekk hernaðarliga venjing á bretska herakademinum í Sandhurst. Eitt skifti stóð hann á varðhaldi á Buckingham Palace, áðrenn hann fór upp í sameindu styrkirnar í Normandínum í 1944 har hann var við í slagnum við Caen.

Eftir kríggið giftist hann belgisku prinsessuni Josephine Charlotte og gjørdist faðir at fimm børnum.

Hann gjørdist sætti stórhertogin av Luksemburg í 1964, tá móðurin, Charlotte, legði frá sær.

Tey 36 árini hann stóð á oda fyri landi sínum, menti hann Luksemburg til ein fíggjarligan miðdepil. Luksemburg, sum liggur millum Belgia, Týskland og Frakland er tingbundið kongsdømi, har stórhertogin víðgongda heimild og skal undirskriva allar lógir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder