Stóri seksæringurin, sum bátasmiðurin Guðmundur Sjúrðason Norðbú hevur bygt í Nólsoy fyri Eyðun Egholm, varð í dag tikin út úr bátasmiðjuni og flotaður fyri síðan at verða sleipaður til Havnar.
Talan er um ein tann størsta føroyska bátin, sum nakrantíð er smíðaður. Báturin er knappar tólv metrar langur og 3,92 metrar har hann er breiðastur.
Tað serliga við hesum bátinum er, at hann skal rekast við el-motori. Báturin verður nú sleipaður til Havnar, har hann skal takast upp á skipasmiðjuni Mest at liðugtgera við motori, húsi og allari hugsandi útgerð, sum er neyðug til sigling við ferðafólki.
Sí innslag um bátin í Degi og Viku her
Eyðun Egholm hevur frammanundan áttamannafarið "Egholm", ið eisini er elrikin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald