Innanlands

Stórir bilaframleiðarar leggja saman

PSA og Fiat Chrysler eru samd um at sameina feløgini

2019-10-31 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franski bilaframleiðarin PSA, sum eigur bilamerkini Opel, Peugot og Citroën, og italsk-amerikanska fyritøkan Fiat Chrysler (FCA) eru samd um eina samanrenning.

Leiðslurnar fyri feløgini hava givið heimild til, at komandi vikurnar skulu brúkast til at tilrættisleggja samstarvið millum samanløgdu fyritøkurnar. Partarnir eru samdir um at eigaraparturin skal vera 50-50, skrivar Ritzau.

Talan verður um fjórðstørsta bilaframleiðaran í heiminum. Í Evropa verður tað bert Volkswagen, sum er størri.

Nýggja samanlagda felagið verður skrásett í Niðurlondum og kemur at liggja á keypsskálunum í Paris, New York og Milano. Høvuðsskrivstovurnar verða í Fraklandi, Italia og USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder