Tórshavnar kommuna: Hugnaløta var á Dagstovninum á Argjum fyrrapartin í samband við, at trý starvsfólk høvdu starvsdag.
Asta Thomsen hevði 20 ára starvsdag, og Ingun Olsen og Jonna Mellemgaard høvdu 25 ára starvsdag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu fyri teimum.
- Asta, starvsfelagar tínir siga um teg, at tú er framsíggin og væl fyrireika. Nú, tá jólaprýði skulu gerast, ja, so hevur tú verið í náttúruni saman við børnum og funnið tilfar," segði Heðin Mortensen, millum annað.
- Ingun, starvsfelagarnir siga um teg, at hjá tær er onki óført, - alt ber til. Tú fer í gongd beinaveg, um tað er at seyma, fara túr ella baka, vísti borgarstjórin millum annað á.
- Jonna, starvsfelagar tínir siga um teg, at tú er rólig. Er onkur ósemja millum børnini, so loysir tú hana við róliga sinnalagi tínum, segði borgarstjórin.
Borgastjórin takkaði teimum trimum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald