Mentan

Stórir toskar av Bankanum

Flakaskera stórar bankatoskar til serlig bankatoskakvøld

2022-03-23 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri kom í morgun á Havnina at landa veiðina frá túrinum á Føroyabanka, har skipið hevur gjørt yvirlitstrolingar fyri at kanna støðuna hjá fiskastovnunum úti á friðaða økinum.

Havstovan sendir tvær ferðir um árið, á vári og heysti, havrannsóknarskipið út á Føroyabanka fyri at gera yvirlitstrolingar eftir einum føstum mynstri.

Og tað var nakað av toski at fáa, skilst á lagnum. Stórum, ljósum bankatoski.

Ein fittur partur av veiðini verður um vikuskiftið borðreiddur á matstovunum Heima í Havn.

Uttan fyri køkin á matstovuni Barbaru í gomlu Klokkaragøtu, stóðu nakrir fiskakassar í morgun við stórum toskum, og inni í lítla køkinum vóru menn farnir í gongd við at flakaskera.

Barbara Fishhouse plagar, hvørja ferð havrannsóknarskipið er á Bankanum, at keypa ein part av veiðini, so at borðreiðast kann við hesum forkunnuga fiski á serligu Føroyabankakvøldunum, sum vera fríggjadagin og leygardagin.

Her verður bankatoskur og onnur hjáveiða av Føroyabanka borðreiddur saman við serliga frískliga franska hvítvínunum frá landslutinum Chablis, ið verður mett at hóska sera væl saman við toski. Kanska serliga tí at kálkríka undirlendið har vínstokkarnir vaksa, sigst vera gamal havbotnur við somu samanseting av mineralum, sum finst á havbotninum úti á Føroyabanka har hetta heilt serstaka slagið av toski heldur til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder