Stormurin Hans, sum herjar í Skandinavia í løtuna hevur elvt til stórar avbjóðingar, serliga í Noregi, har skriðulop og yvirflóð órógva infrakervið. Eisini eru umleið 2.000 flutt undan storminum.
Av teimum 2.000 eru umleið 800 frá býnum Hønefoss, sum liggur í ein útnyðring úr Oslo.
Nú hevur stormurin eisini elvt til yvirsrimjingar á vatnorkuverkinum Braskereidfoss, sum liggur í Våle kommunu har eysturi í landinum. Vatn floymir upp um byrgingarnar og inn í sjálvt orkuverkið.
Har umhugsa tey at spreingja lúkurnar í byrgingini upp fyri at sleppa meira vatni ígjøgnum og harvið minka um trýstið á sjálva byrgingina.
Her er løgreglan saman við kommununi eisini farin undir at flyta fólk burtur, sum búgva fram við ánni, skrivar NRK.
Eisini í Svøríki og Danmark eru stórir trupulleikar av regni og vindi frá storminum Hans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald