2023-12-18 10:51
Fríggjadagin boðaði Sunda kommuna frá, at bakteriur vóru staðfestar í drekkivatninum á við Norðskála, Oyrarbakki, Oyri og Nesvík.
Vikuskifti er farið afturum, men støðan er hin sama. Tað skrivar kommunan á Facebook-síðu sínari fyrrapartin:
- Tað eru enn staðfestar bakteriur í vatninum. Vit arbeiða við at loysa trupulleikan.
Nú eru trupulleikar við drekkivatninum í Saksun.
- Av tí at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Saksun, verða fólk biðin um at kóka vatnið til lýst verður aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald