Innanlands

Stórmøtini á Skála byrja í morgin

Talan verður um møti, ungdómsmøti, fyrilestur og sunnudagsskúla, umframt máltíðir og sangframførslur. Flestu tiltøkini í vikuskiftinum verða í ítróttarhøllini. Tað eru Hans Ole Bækgaard og Jens Medom Madsen frá Indre Mission, sum vitja

Mynd: visitrunavik.fo

Mynd: visitrunavik.fo

2022-11-03 12:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvey árini hevur eitt av størstu árligu tiltøkunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini ikki verið hildið, sum tað vanliga verður. Koronafarsóttin hevði við sær, at tað varð mett at vera ráðiligt at savnað so nógv fólk, so ístaðin vóru Stórmøtini á alnótini.

Í morgin byrja Stórmøtini 2022. Tað er ítróttarhøllin á Skála, ið verður karmur um møtini - talan verður eisini um ungdómsmøti (Ungdómshitt) og sunnudagsskúli (Simbahitt). Ein fyrilestur verður í Meinigheitshúsinum á Skála.

Tað eru danirnir Hans Ole Bækgaard og Jens Medom Madsen, ið tala til flestu tiltøkini. Báðir hava tilknýtti til Indre Mission í Danmark, ið svarar til føroysku heimamissiónini. Jens Medom Madsen er aðalskrivari har.

Byrjað verður við suppu í annaðkvøld klokkan 17.30, og síðani verður møti og aftaná tað ungdómsmøti í høllini.

Til ber at síggja alla skránna á trubodin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder