Danmark og fleiri onnur lond eru í løtuni í samráðingum við Kina um at sleppa at kanna eitt kinesiskt handilsskip, sum liggur fyri akkeri í Kattegat.
Í seks samdøgur hevur danska sjóverjan ligið á varðhaldi hjá skipinum Yi Peng 3, sum er undir illgruna fyri at hava kvett tveir samskiftiskaðalar í Eystrasalti í síðstu viku.
Um vikuskiftið komu eisini eitt svenskt og eitt týskt sjóverjuskipið í Kattegat fyri at vera við í varðhaldinum. Yi Peng 3 liggur fyri akker sunnan fyri oynna Anholt.
Danmarks Radio skrivar, at samráðingar hava verið við kinesiskar myndugleikar í eina tíð. Eitt nú um at loyva svenskum myndugleikum at avhoyra manningina og kanna um skipið hevur nakað við kaðalslitini at gera.
Sambært svenskum myndugleikakeldum liggur svenska sjóverjuskipið Poseidon í Kattegat og bíðar eftir einum úrslitið av hesum samráðingum.
Um kinesarar enda við at meta, at tað ikki er møguligt at koma til eina semju, og gera av at sigla víðari, kann ein diplomatisk kreppa standast av tí, metir Andreas Bøje Forsby, granskari hjá Dansk Institut for Internationale Studier, DIIS.
- Í løtuni er skipið støðgað, og sviar og danir vilja sleppa at kanna, hvat er hent. So fer tað at síggja alt annað enn gott út, um kinesarar velja at seta ferð á motorarnar uttan at danir og sviar hava fingið nakað burturúr, sigur granskarin, ið er serfrøðingur í viðurskiftum millum Kina og vestanlond.
Sviar hava staðfest, at Yi Peng 3 hevur siglt á somu leið sum kaðalarnir, tá skaðarnir hendu, visti svenska kringvarpið SVT at siga í farnu viku.
Kinesiska uttanríkisráðið hevur í dag váttað, at tað er samskifti í gongd viðvíkjandi Yi Peng 3. Og seinnapartin váttaði danska uttanríkisráðið fyri Danmarks Radio, at samráðingar eru í gongd. Hetta er fyrsta ferðin síðani hendingina, at danskir myndugleikar vátta, at tey hava samband við Kina.
Uttanríkisráðið vil tó ikki siga meira um hvat diplomatiska samskiftið snýr seg um, skrivar uttanríkisráðið í skrivliga svarinum til DR.
Myndir EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald