Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 milliónir krónur í avlopi. Hetta hóast ríkisveitingin minkar 25 milliónir.
Fyri løtu síðani varð fíggjarlógin fyri inniverandi ár løgd fyri tingið. Eftir ætlan kemur uppskotið til fyrstu viðgerð hósdagin.
Tá val varð útskrivað, datt fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu niðurfyri, og ístaðin hevur nývalda landsstýrið virkað eftir eini bráfeingis fíggjarlóg fyri at halda neyðuga raksturin av landshúsarhaldinum í gongd.
Umraðfestingar
Landsstýrið skrivar í tíðindaskrivi í dag, at tað ásannar, at verandi støða við ongari fíggjarlóg kann ikki halda fram í longri tíð, og hevur tí valt at taka støði í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð latið løgtinginum í heyst.
Tó eru nakrar umraðfestingar gjørdar, bæði í løgum og í rakstri. Eitt nú er peningur settur av til at styrkja eygleiðaraskipan á Vørn, at fremja átøk í samtykta veðurlagspolitikkinum og til at fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum. Eisini eru raðfestar løgur, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.
Avlop og haldføri
Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 milliónir krónur.
Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 6.940 milliónir krónur, meðan útreiðslumetingin sigur 6.799 milliónir. Av hesum fara 6.169 milliónir til rakstur og 630 milliónir krónur til løgur og løgukendar útreiðslur.
Ríkisveitingin minkar 25 milliónir krónur í 2023.
Seinni í ár fer landsstýrið at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum. Eisini ætlar landsstýrið at lækka skattin í samgongutíðarskeiðnum.
Fíggjarlógaruppskotið sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald