Innanlands

Størri søla og rakstraravkast

20 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast. Tað vísir greining frá P/F Januar

Smyril Line er eitt av teimum tjúgu feløgunum, sum er við í greiningini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Smyril Line er eitt av teimum tjúgu feløgunum, sum er við í greiningini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-23 15:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Greiningin frá P/F Januar, um tær størru fyritøkurnar, vísir at tað er ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast millum tey 20 feløgini í greiningini. Vøksturin innan nettosølu er 12,8 prosent, ið er ein stórur vøkstur. Tó eru íløgurnar lækkaðar við 6,6 prosentum, og samtíðis er nettoskuldin økt við 7,8 prosentum. 

Nettosøla 
Greiningin vísir, at feløgini nú aftur eru á sama støði við nettosølu, sum áðrenn Covid-19. Samlaða nettosølan er 11,3 mia.kr., sum er ein øking upp á 1,3 mia.kr. í mun til 2020. 

Hertil skal viðmerkjast, at 2020 varð eitt ár merkt av Covid-19, og vøksturin í nettosølu avspeglar eisini, at ferðafólkaflutningur nú aftur er ávegis sama støði, sum áðrenn Covid-19, men eisini sæst, at gongdin í oljuprísum hevur ávirkað nettosøluna í 2021. 

Rakstraravkastið (EBIT) økist 
Sambært greiningini hevur rakstraravkastið verið í eini støðugari lækking hesi seinastu 5 árini, tó økist rakstraravkastið í mun til seinasta ár, men samanhildið við 2019 er gongdin tó enn niðurgangandi. 

Samlaða rakstraravkastið øktist við 403 mió.kr. samanhildið við 2020, sum svarar til ein 66 prosent vøkstur. 

Men hóast nettosølan í hesum 5 ára tíðarskeiðinum er økt við 1,5 mia.kr., so er rakstraravkastið lækkað við 247 mió.kr. 

Um greiningina 
P/F Januar hevur gjørt greiningina av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017. 

Í mun til undanfarin ár hevur verið gjørligt at móttikið eitt yvirlit yvir feløg, sum hava ein roknskap í flokki C-stór ella størri, og eru hesi feløgini tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein somikið stór fyritøka, í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini. 

Greiningin er á heimasíðuni hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðarum, her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder