Mikumorgunin skrivaðu Eyðstein Skipanes og Tórbjørn Jacobsen, fyri ávikavíst Spf. Voyt og Runavíkar kommunu, undir arbeiðstakarasáttmála um at fremja størri umvælingar á Gerðisvegi í Saltangará. Spf. Voyt átti lægsta boðið av fleiri.
Í fleiri ár var arbeitt við at fáa Gerðisveg, sum upprunaliga er ein gamal útstykkingarvegur, umvældan og dagførdan. Stígur kom í arbeiðið fyri nøkrum árum síðan, men nú er ætlanin at gera á leið helmingin av umvælingini av tí sum er eftir av teininum út hagar sum Gerðisvegur og høvuðsvegurin til Rituvíkar og Æðuvíkar møtast, dygst omanfyri Bylgjuna.
Sáttmálin kostar slaka hálva triðju millión krónur. Teinurin, sum nú skal umvælast er í økinum omanfyri havnarlagið í Runavík/Saltangará.
Sigrid J. Dalsgaard hevur fyrireikað verkætlanina fyri Teknisku deild hjá Runavíkar kommunu.
Runavíkar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald