2024-02-04 10:58
Sitandi amerikanski forsetin í USA, Joe Biden, vann ein tryggan sigur á fyrsta undanvalinum hjá demokratunum í statinum South Carolina í nátt.
Hetta var tó heldur ikki óvæntað. Biden kappast bert móti tveimum øðrum demokratum - Dean Phillips, limur í Umboðsmannatinginum fyri statin Minnesota, og Marianne Williamson, rithøvundur - og tað er ikki vanligt, at ein sitandi forseti verður valdur frá sum valevni, skrivar Ritzau.
Sambært Politico fekk Biden 96,2 prosent av atkvøðunum, meðan Williamson og Phillips fingu ávikavist 2,1 og 1,7 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald