Uttanlands

Stórsigur til konservativa flokkin

Konservativi flokkurin og Boris Johnson fáa greiðan meiriluta í bretska undirhúsinum. Søguligur stórsigur nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar upp

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-13 06:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn mangla nakrar atkvøður at verða taldar upp, men úrslitið higartil vísur stórsigur til konservativa flokkin hjá Boris Johnson. Hetta var eisini tað, sum exitpoll-kanningin hjá bretsku sjónvarpsstøðunum vísti í gjárkvøldið.

Sambært bretskum miðlum í morgun hevur konservativi flokkurin vunnið 358 sessir av teimum 650 sessunum sum eru í bretska undirhúsinum. Í skrivandi stund eru bara níggju valdømir eftir at telja upp.

Sostatt ein sera greiður meiriluti til flokkin, sum nú fer at gjøgnumføra Brexit.

- Konservativa stjórnin hevur fingið heimmild at gjøgnumføra Brexit, savna landið, koma víðari og fokusera uppá tey mál, sum hava týdning fyri bretar, segði Boris Johnson í nátt, tá hann hevði vunnið sín sess aftur í sínum valdømi.

Úrslitið hjá konservativa flokkinum er tað besta síðani Margaret Thatcher í 80’unum.

Bretski arbeiðaraflokkurin Labour stendur til at fáa 203 sessir í undirhúsinum, og hetta er vánaligasta valið hjá flokkinum síðani 1935. Formaðurin í flokkinum, Jeremy Corbyn, hevur í morgun boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum formaður.

Skotski loysingarflokkurin SNP við Nicola Sturgeon hevur havt eitt sera gott val og fær sambært nýggjastu tølunum 48 sessir í undirhúsinum.

[object Object](Mynd: ITV News)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder