Tað gjørdist ein sannførandi sigur til fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump á fyrsta republikanska undanvalinum í statinum Iowa í nátt.
Nú 95 prosent av atkvøðunum eru taldar, hevur Trump fingið 51 prosent av atkvøðunum, skrivar New York Times.
Í hvørjum stati er eitt ávíst tal av valmonnum uppá spæl - alt eftir, hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum - og fyri at gerast forsetavalevni er neyðugt við stuðli frá í minsta lagi helvtini av valmonnunum, 1.215.
Í Iowa skulu 40 valmenn býtast millum valevnini. Trump stendur til at hava fingið 20, meðan Ron DeSantis hevur fingið átta, og Nikki Haley hevur fingið sjey. Tey hava fingið avikavist 21 og 19 prosent av atkvøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald