Innanlands

Størsta flogfar nakrantíð í Vágum

Forkunnug vitjan á flogvøllinum. Eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force setti seg á Vága Floghavn seinnapartin

(Mynd: Vága Floghavn)

(Mynd: Vága Floghavn)

2021-03-24 21:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vága Floghavn hevur í dag havt forkunnuga vitjan.  Fyri fyrstu ferð hevur eitt farmaflogfar av slagnum Boeing C-17A Globemaster III sett seg í Vágum, og hetta er størsta flogfar, sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum.

Talan er um eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force, sum er ikki minni enn 52 metrar í veingjabreiði og 53 metrar í longd.  Flogfarið er næstan 17 metrar høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons. Til samanberingar eru størstu flogførini hjá Atlantic Airways slakar 36 metrar í veingjabreiði, 37-38 metrar long, eru slakar 12 metrar høg og kunnu í mesta lagi viga um 80 tons.

Boeing C-17A Globemaster III verða einamest nýtt sum flutningsflogfør til bæði sivilan, hernaðarligan og neyðhjálparflutning.

Endamálið við ferðini hjá bretska flogfarinum í dag var at venja lendingar í sambandi við neyðhjálparflutning til støð í heiminum, har lendingarbreytirnar eru styttri enn tað sum vanliga krevst til flogfør av hesi støddini.

- Fyri Vága Floghavn hevur tað týdning at fáa prógv fyri, at flogfør av hesi støddini eisini kunnu nýta flogbreytina. Tí vóru vit sera spent uppá hesa vitjanina, tá umbøn kom um loyvi til hesar venjingarnar av lendingum og startum kom, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder