Innanlands

Størsta heimsending í friðartíð

Bert fáir føroyingar eru raktir av húsaganginum hjá Thomas Cook

Trongsul á floghavnini á Menorca í morgun (Mynd: EPA)

Trongsul á floghavnini á Menorca í morgun (Mynd: EPA)

2019-09-23 13:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsta heimsendingin av fólki nakrantíð í friðartíð verður sett í verk eftir at stóra enska ferðavinnufelagið Thomas Cook í morgun fór á húsagang.

BBC skrivar, at 150.000 bretar onkursvegna skulu fáast heimaftur.

Bretsku sivilu flogferðamyndugleikarnir, CAA, skipa fyri heimflutninginum av ferðafólkunum.

Heimflutningurin fer fram hetta til 6. oktober. Bretsku ferðafólkini verða sett í onnur flogfør, sum flúgva leiðina, men 45 flogfør eru eisini leigað fyri at fáa fólkini heim. Átakið hevur fingið heitið ”Operation Matterhorn”, skrivar BBC.

Bretska ferðafólkafelagið Thomas Cook fór í morgun á húsagang eftir at tað ikki eydnaðist felagnum at skaffa 200 milliónir pund, svarandi til 1,6 milliardir krónur, inn í felagið, sum kravdist fyri at tað kundi halda fram.

Thomas Cook eigur eisini danska felagið, Spies, sum føroyska felagið 62 Norð samstarvar við. Men sambært stjóranum á 62 Norð, Bergur Thomsen, so eru bara heilt fáir føroyingar, sum eru raktir. Bergur Thomsen segði við útvarpið á middegi, at nógv flestu føroysku ferðafólkini nú ferðast beinleiðis til ferðamálini, sum Atlantsflog flýgur til, heldur enn at fara umvegis Keypmannahavn fyri at fara víðari við Spies, sum gjørt varð fyrr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder