Uttanlands

Størsta kanningararbeiði nakrantíð í Ný Sælandi

Fleiri enn 250 løgreglufólk og serfrøðingar kanna yvirgangsálopið

Menn syrgja um sínar vinir sum lótu liv undir yvirgangsálopinum (Mynd: EPA)

Menn syrgja um sínar vinir sum lótu liv undir yvirgangsálopinum (Mynd: EPA)

2019-03-18 11:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan í ný Sælandi hevur sett fleiri enn 250 løgreglufólk og serfrøðingar at kanna yvirgangsálopið, sum fór fram í Christchurch fríggjadagin. Hetta er størsta kanningararbeiðið nakrantíð í Ný Sælandi.

Tað var fríggjadagin at eitt yvirgangsálop fór fram móti eini mosku í Christchurch í Ný Sælandi. Ein 28 ára gamal maður, Brendon Tarrant, verður skuldsettur fyri at hava framt yvirgangsálopið.

Sakin er nú ein altjóða kanning við stuðli frá amerikonsku fregnartænastuni FBI og avstralsku samgonguløgregluni, skrivar løgreglan í Ný Sælandi á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder