2021-09-23 08:45

Nú er av álvara farið undir arbeiði at bora nýggju tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni.
Tað er serliga í Árnafirði, at arbeitt verður við tunnlinum undir Myrkjanoyrafjall til Ánirnar klaksvíksmegin. Til hetta skulu stórar maskinur brúkast, men hesar maskinur kunnu ikki flytast gjøgnum tað tronga bergholið, sum er frá 1965.
Tí sendi entreprenørurin Articon boð eftir skipinum Hvítanes hjá Smyril Line, sum í gjár kom á Árnafjørð við maskinum. Hetta er størsta skip, sum hevur verið í Árnafirði.
Tað skrivar Atli Justinussen, býráðslimur úr Árnafirði, sum eisini hevur lagt eina røð av myndum á Facebookvanga sín. Myndirnar hevur Rasmus Eysturoy tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald