Uttanlands

Størsta ukrainska dronuálopið á Moskva

Flogferðslan í russiska høvuðsstaðnum var ávirkað eina løtu í morgun, tá 34 dronur vórðu skotnar niður

Russiski høvuðsstaðurin, Moskva (Mynd: EPA)

Russiski høvuðsstaðurin, Moskva (Mynd: EPA)

2024-11-10 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð steðgur í flogferðsluni á trimum floghavnum nærindis russiska høvuðsstaðin Moskva, eftir at 34 dronur vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni í økinum.

Sambært Reuters er talan um tað higartil størsta ukrainska dronuálopið á Moskva. Frammanundan var tað higartil størsta álopið framt í september, tá 20 dronur vórðu skotnar niður.

Floghavnirnar, sum vórðu ávirkaðar av álopinum tíðliga í morgun, vóru Domodedovo, Sjeremetevo, og Zhukovsky-floghavnin, men flogferðslan koyrir nú aftur sum vanligt, skrivar Ritzau.

Tilsamans 70 dronur vórðu skotnar niður yvir seks russiskar landslutir. Ein persónur hevur fingið skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder