Innanlands

Størsta varsemi má vísast tá koyrt verður millum bygdir

Vegurin frá rundkoyringini omanfyri Norðskála oman til Magnstøðina við Streymin er stongdur

2025-01-12 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvu áarlopini órógva framvegis kring landið.

Landsverk sigur nú klokkan hálvgun tíggju í kvøld, at vegurin frá rundkoyringini omanfyri Norðskála og oman til Magnstøðina við Streymin er stongdur.

Fleiri áarlop eru í kvøld millum Effostøðina í Kollfjarðardali og Leynatunnulin, og har er nógv vatn á vegnum. Stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er á landsvegnum, í Søldarfirði, við Magnstøðina í Gøtudali og við Gravarbø á Norðoyararvegnum. Landsverk mælir fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum.

Tað er ikki koyrandi eftir Selatraðarvegnum har verður grivið aftur kl. 07:00 í morgin og Elduvíkarvegnum kl.07:30.

Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir, sigur Landsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder