Uttanlands

Størsti andstøðuflokkur í Grikkalandi fingið nýggjan formann

Sunnudagin varð 35 ára gamli Stefanos Kasselakis valdur til formann fyri Syriza – Hann hevur búð í USA í yvir tvey áratíggju og hevur ongar royndir í grikskum politikki

Stefanos Kasselakis, nývaldi formaðurin í Syriza (Mynd: Reuters)

Stefanos Kasselakis, nývaldi formaðurin í Syriza (Mynd: Reuters)

2023-09-25 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grikski vinstraflokkurin Syriza valdi í gjár nýggjan formann.

Talan er um 35 ára gamla íverksetan, Stefanos Kasselakis, sum higartil er óroyndur í grikskum politikki. Hann varð føddur í Athen men flutti til USA sum 14 ára gamal, har hann búði í yvir tvey áratíggju. Í sambandi við amerikanska forsetavalið í 2008 arbeiddi hann sum sjálvboðin fyri Joe Biden. Kasselakis stillaði upp til grikska tjóðartingsvalið í summar men varð ikki valdur, skrivar Reuters.

Syriza er størsti andstøðuflokkur í Grikkalandi. Á seinasta valinum í juni fekk flokkurin undir 18 prosent av atkvøðunum, sum er vánaligasta valúrslitið hjá flokkinum í fleiri áratíggju. Í kjalarvørrinum á søguliga vánaliga úrslitinum, legði táverandi formaðurin, Alexis Tsipras frá sær.

Tað var 29. august, at Stefanos Kasselakis boðaði frá, at hann stillaði upp til formansvalið í Syriza, og í fyrsta valumfarinum 17. september fekk hann 45 prosent av atkvøðunum - frammanfyri fýra onnur valevni. Sunnudagin varð hann so valdur til formann eftir eisini at hava vunnið seinna valumfarið við 57 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder