Uttanlands

Størsti andstøðuflokkur í Turkalandi fingið nýggjan formann

Kemal Kilicdaroglu, sum í mai tapti forsetavalið móti Recep Tayyip Erdogan, er ikki longur formaður í andstøðuflokkinum CHP

Frá vinstru: Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, og Ozgur Ozel, nýggjur formaður í CHP (Mynd: EPA)

Frá vinstru: Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, og Ozgur Ozel, nýggjur formaður í CHP (Mynd: EPA)

2023-11-05 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Størsti andstøðuflokkur í Turkalandi, CHP valdi í gjár 49 ára gamla Ozgur Ozel til nýggjan formann. Hann tekur við eftir 74 ára gamla Kemal Kilicdaroglu, sum hevur staðið á odda fyri CHP seinastu 13 árini.

Ozel hevur verið varaformaður fyri tingbólkin hjá CHP síðan 2015, og hann hevur verið limur í turkiska tjóðartinginum síðan 2011. Hann bjóðaði seg seg fram sum formansvalevni í september, eftir at tað ikki eydnaðist Kilicdaroglu at vinna forsetavalið í mai, har endaliga valið var millum hann og sitandi forsetan, Recep Tayyip Erdogan.

Undir leiðsluni hjá Kilicdaroglu hevur tað ongantíð eydnast flokkinum at vinna nakað val. Kilicdaroglu hevur eisini verið fyri atfinningum fyri ikki at leggja frá sær beint eftir valið, skrivar ABC News.

Í mars næsta ár verður lokalval í Turkalandi, og nývaldi formaðurin í CHP lovaði í sigursrøðu sínari, at flokkurin fór at arbeiða fyri at vinna valið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder