
Tann 1. desember í fjør búðu 53.686 fólk í Føroyum. So nógv hava vit ongantíð verið fyrr. Hetta er ein vøkstur upp á 816 fólk í mun til 1. desember 2020, og sostatt talan um ein fólkavøkstur á 1,5 prosent.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopi lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami, skrivar Hagstovan.
Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum har fólkatalið vaks við ávikavist 447 og 91 fólkum, svarandi til ein vøkstur á ávikavist 2,0 og 1,7 prosent.
Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8 prosentum. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu, staðfestir Hagstovan.
Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum, har tað 1. desember búði ávikavist 24, 13 og 10 fólk færri, ella ein minking á ávikavist 3,8, 2,4 og 6,8 prosent. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald