Innanlands

Størsti partur av Klaksvíkini mist vatnið

Vónandi er skaðin umvældur innan seks tímar, sigur borgarstjórin

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-05-06 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsti partur av Klaksvík hevur onki vatn í løtuni.

Í morgun var staðfest eitt stórt brot á høvuðsvatnleiðingini við Ánagjógv norðan fyri Kósina, har vatn í stórum mongdum fossar út.

Øll eystursíðan av Klaksvík, herundir stóra Kósavirkið, og húsini fram við niðara vegi á vestursíðuni hava mist vatnið, upplýsti Karl Johansen, borgarstjóri fyri útvarpinum fyri løtu síðani.

- Vit seta nú alt inn fyri at umvæla skaðan aftur so skjótt sum gjørligt. Vit høvdu eitt líknandi brot á leiðingini herfyri – tá tók tað seks tímar at fáa viðurskiftini í rættlag aftur. Vónandi klára vit tað innan seks tímar í dag eisini, segði Karl Johansen.

Klaksvíkar kommuna hevur júst sent hús hesa fráboðan:

Vegna brádligt brot á høvuðsvatnleiðingini við Ánagjógv, er skrúvað fyri vatninum hesum støðum: á allari eystaru síðu í Klaksvík, til Ánirnar, til Norðhavnina, á Norðoyri og til teir niðastu partarnar á vestaru síðu í Klaksvík. Arbeitt verður í løtuni við at umvæla skaðan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder