Uttanlands

Størsti vinningur í Danmark

Danske Lotterispil hevur nú funnið vinnaran av Eurojackpot-vinninginum á 760 milliónir krónur

2024-06-05 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

760 milliónir krónur. Tað er størsti vinningur, sum nakrantíð er vunnin í Danmark. Í gjár vann ein dani henda metstóra vinningin í spælinum Eurojackpot.

Í dag hevur Danske Lotterispil so funnið fram til persónin, sum vann. Viðkomandi ynskir ikki at fáa navn sítt fram í miðlunum.

Tað var um døgurðatíð í dag, at fegni vinnarin vendi sær til Danske Lotterispil, sum er tann parturin av Danske Spil, sum bjóðar spælið Eurojackpot.

Stjórin í Danske Lotterispil, Malene Mølgaard, sigur við DR í dag, at í fyrstu atløgu fær vinnarin 200.000 krónur fluttar á kontu sína, so at hann merkir, at hann hevur vunnið eitt sindur. Síðan fer ein longri tilgongd í gongd, tí tað er ikki einfalt at flyta 760 milliónir krónur.

Hetta er bert aðru ferð í ta tíð, sum Eurojackpot hevur verið bjóðað í, at ein persónur í Danmark vinnur ta størstu puljuna.

Vinnandi seðilin varð keyptur í eini 7-Eleven kiosk á Trianglen í Keypmannahavn.

Eurojackpot er eitt felags evropeiskt lottospæl, sum byrjaði í 2012. Londini, sum bjóða hetta spælið eru Svøríki, Noreg, Ísland, Finnland, Estland, Lettland, Litava, Niðurlond, Týskland, Kekkia, Ungarn, Kroatia, Slovenia, Italia, Spania, Slovakia, Poland og Danmark, herundir Føroyar og Grønland.

Spælið gongur út upp á velja fimm høvuðstøl umframt tvey sokallað stjørnutøl. Høvuðstølini verða trekt millum tølini 1-50 meðan stjørnutølini verða funnin millum 1 og 12. Tølini verða trekt hvønn týsdag og fríggjadag, og tað fer fram í finska høvuðsstaðnum Helsingfors.

Sannlíkindini fyri at vinna høvuðsvinningin – 5 høvuðstøl + 2 stjørnutøk – sigst at vera 1:139.938.160 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder