1. mai í ár búðu 53.305 fólk í Føroyum – ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Tá hugt verður at vøkstrinum í teimum ymsu kommununum sæst, at størsti vøksturin í tali var í størstu kommununum. Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79 prosent av vøkstrinum, skrivar Hagstovan.
Les eisini: Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa
Í mai 2020 búðu 22.133 fólk í høvuðsstaðarkommununi, og í mai í ár var talið komið upp á 22.519. Tað er ein vøkstur á 386 fólk ella 1,7 prosent.
Í næststørstu kommununi í landinum – Klaksvíkar kommunu – er prosent vøksturin næstan tann sami. Har vaks fólkatalið við 1,6 prosent. Í mai 2020 búðu 5.269 fólk í kommununi, og í mai í ár búðu 5.355 fólk – 86 fólk fleiri.
Størsti prosentvøksturin var í Hov kommunu og Skopunar kommunu, har fólkatalið vaks við ávikavíst 6,2 og 4,3 prosent. Í Hovs kommunu búgva 103 fólk, ið er seks fleiri enn í fjør. Í Skopunar kommunu búgva 461 fólk, ið er 19 fleiri enn í fjør.
Sumbiar kommuna størstu afturgongdina
Í øðrum kommunum var talan tó ikki um ein vøkstur í fólkatalinum men um eina minking.
Tann kommunan, sum hevði størstu afturgongdina, var Sumbiar kommuna. Í mai búðu 349 fólk, ið er 11 fólk færri enn í mai í fjør. Har er talan um eina afturgongd á 3,1 prosent.
Næststørsta afturgongdin var í Húsavíkar kommunu, Kunoyar kommunu, og Fugloyar kommunu, sum allar høvdu eina afturgongd á 2,6 prosent.
Í Fugloyar kommunu minkaði fólkatalið úr 39 niður í 38, í Kunoyar kommunu minkaði fólkatalið úr 152 niður í 148, og í Húsavíkar kommunu minkaði talið úr 116 niður í 113.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald