Uttanlands

Stórt átak skal fyrireika bretar til brexit

- Eitt væl skipað brexit hevur ikki bert stóran týdning fyri tjóðina. Tað er eisini ein spurningur um felags ábyrgd, sigur Michael Gove, ið hevur ábyrgdina av brexit-fyrireikingunum

2019-09-02 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska stjórnin hevur nú tikið stig til eitt nýtt kunningarátak, sum heitir á íbúgvar um at fyrireika seg til brexit.

Átakið byrjaði í gjár við heimasíðuni gov.uk/brexit.

Komanda dagarnar fara fólk eisini at síggja plakatir og lýsingar á sosialu miðlunum, meðan sjónvarpsinnsløg við kunning um brexit koma seinni í september.

Michael Gove, sum hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til eitt møguligt no-deal brexit, sigur, sambært Politiken, at átakið hevur til endamáls at eggja fólk til at deila ábyrgdina av fyrireikingunum.

Fráboðanir hava verið um, at kunningarátakið fer at kosta upp móti 100 mió. pund, ið svarar til uml. 821 mió. krónur. Endamálið er at kunna fólk um, hvat tey kunnu gera fyri at fyrireika seg áðrenn 31. oktober, tá Bretland skal fara úr ES.

[object Object]
Skíggjamynd av nýggju heimasíðuni

Online skeið og kunningarbásar á sølutorgum og øðrum tiltøkum eru eisini partur av átakinum, sum er serliga ætlað fyritøkum og bretskum ríkisborgarum, sum hava ætlanir um at ferðast til ES-lond.

Heitt verður á fólk og fyritøkur um at leita sær kunning á nýggju heimasíðuni, um tey ivast í nøkrum.

- Eitt væl skipað brexit hevur ikki bert stóran týdning fyri tjóðina. Tað er eisini ein spurningur um felags ábyrgd, sigur Michael Gove.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder