Ein dómstólur í Washington D.C. hevur víst aftur tríggjar týðandi stuðlar hjá Donald Trump í teirra roynd at støðga einum málið um endurgjaldskrav í milliardastødd. Tað skrivar Reuters.
Talan er um fyrrverandi advokatarnar hjá Trump, Rudy Giuliani og Sidney Pawell og ein fyrrverandi ráðgeva, Mike Lindell, sum eru saksøktir av felagnum Dominion, ið hevur latið elektronisk atkvøðutól í USA.
Felagið rættarsøkti teir tríggjar fyri at spjaða følsk tíðindi um, at Dominion var við til at falsa amerikanska forsetavalið til fyrimuns fyri Joe Biden.
Í avgerðini sigur dómarin, Carl Nichols, at teir tríggir ikki kunnu fjala seg aftan fyri rættin til skrivi- og talufrælsi. Harvið kann rættarmálið halda fram.
Dominion hevur saksøkt Giuliani, Powell og Lindell fyri tilsamans góðar 8 milliardir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald