Innanlands

Stórt felags matarkvøld í Vági 27. februar

Gerandisdagurin hjá monum kann vera hektiskur, og Vágs kommuna ynskir at lætta um og geva borgarum møguleika at seta til borðs og njóta eina góða máltíð

Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir (Mynd: vagur.fo)

Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir (Mynd: vagur.fo)

2025-02-18 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hórskvøldið 27. februar millum klokkan 17.00 og 20.00 bjóðar Vágs Kommuna øllum borgarum í Vági aftur til felags matarkvøld. Matarkvøldið verður í hølunum hjá Frelsurnarherinum.

Hetta skrivar vagur.fo á heimasíðu sínari

- Tankin við kvøldinum er at geva borgarum møguleika at seta til borðs, sum einstaklingur ella sum familja, og njóta eina góða máltíð. Tí gerandisdagurin hjá nógvum – kanska serliga smábarnafamiljum – er hektiskur. Nógv skal avrikast og samdøgri er ikki longri enn 24 tímar. Fyri at lætta um, so bjóðar Vágs Kommuna øllum borgarum til matarkvøld, har høvið er fyri hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki.

Á matarlepanum eru frikadellir v/eplum og sós.

Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Tað er har, at til ber at boða frá luttøku. Talan er ikki um bindandi tilmelding, men verður bert hetta brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast til høvi. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder