Stóra nýggja hittið hjá Beyoncé, "Texas Hold 'Em'" fær nú ákoyringar fyri at líkjast heldur nógv eyðkennislagið í barnasendirøðini Franklin.
Tað er á sosialum miðlum í høvuðsheitum, men eisini í siðbundnu miðlunum, at kritikkurin er. Hetta skrivar Ekstrablaðið.
Maðurin handan eyðkennislagið til Franklin eitur Bruce Cockburn. Hann sær ikki líka stórar líkheitir sum brúkarar á sosialum miðlum.
- Eg haldi, at Texas Hold 'Em' hjá Beyoncé er góður. Tíverri fái eg ikki sagt, at eg eigi nakran heiður í lagnum. Rútmiska huglagið kann samanberast við eyðkennislagið í Franklin-røðini, men tað steðgar har fyri mítt viðkomandi. "Texas Hold 'Em" er hennara sangur, og eg ynski henni góða eydnu við tí, sigur Bruce Cockburn við People Magazine.
Á Tiktok og Youtube eru fólk í gongd við at samanbera, og har eru fleir sum halda, at teir eru meinlíkir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald