
Stóra innsavningartiltakið, sum felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati í felag skuldu hava í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið, er útsett.
– Orsakað av, at smitta er staðfest í toyminum, sum skuldi framleiða sendingina, hava vit valt at útseta. Tað eru ein ørgrynna av fólki, sum eru til arbeiðis eitt tílíkt kvøld; vertir, kamerafólk, ljóðfólk, teknikarar, telefonfólk v.m., umframt gestir og tónleikarar. Tískil meta KRIS og Sinnisbati tað vera skilabest at binda um heilan fingur, so vit ikki spjaða smittuna, skriva felagsskapirnir í tíðindaskrivi.
Sjónvarpssendingin er fyribils útsett til næsta leygarkvøld, 6. november.
Sendingin, sum er á tveir tímar, fer at lýsa arbeiðið hjá felagsskapunum, vísa hjartanemandi innsløg, men eisini undirhald og góðan tónleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald