Innanlands

Stórt omanlop norðantil á Svínoynni

Seinnapartin í dag var omanlop á norðuri í skorunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-10 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einaferð aftaná middag var eitt omanlop norðuri í skorunum við Selnes norðantil á Svínoynni.

At síggja til er talan um eitt stórt omanlop.

[object Object](Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

- Tað hevur verið sera vátt síðstu tíðina, nógv avfall, og tað er einki at ivast í, at tað er vatn sum er komið niður í sprungur og hvørt av sínum, og hevur samlað seg so mikið nógv, at nú var eitt ordiligt omanlop, sigur Regin Meyer Olsen, ein av festarunum, við útvarpið.

[object Object](Kort: Føroya kort)

Øgiligt rok var frá omanlopinum, og millum annað Tórik Ábraham Rouah sá hetta úr báti sínum. Sí videobrot ovast og á Instagram-vanganum hjá Tórik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder