Tað hevur sum so verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, ið tó hevði tvey nýggj mál at upplýsa um í morgun.
Í gjár misti ein lastbilur eitt stórt rør á persónbilin, sum hann koyrdi ímóti. Hetta fór fram millum Sund og Sandvíkar Hjalla. Lastbilurin koyrdi suðureftir móti Havnini, og persónbilurin koyrdi norðureftir.
Førarin á lastbilin varnaðist hetta og steðgaði upp. Viðkomandi er í fyrstu syftu skuldsettur fyri at ikki tryggja lastina nóg væl. Tað framgongur ikki, hvat slag av røri talan er um, men løgreglan kannar nú málið víðari.
Tíbetur var eingin mansskaði í støðun,i men bilurin fekk stóran skrokkskaða, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn í morgun.
Ein persónur hevur gist á støðini í nátt. Hetta er vegna húsaófrið í miðstaðarøkinum. Løgreglan varð boðsend til staðið, har ósemjan var, um midnáttarleitið. Rúsdrekka var uppi í - málið verður nú kannað nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald