Uttanlands

Streymurin farin í Argentina og Uruguay

Uml. 50 milliónir fólk í Suðuramerika mistu streymin í dag

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-06-16 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru suðuramerikonsku londini Argentina og Uruguay rakt av stórum streymsliti.

Hesi bæði londini hava eitt samlað fólkatal á uml. 50 milliónir, og øll mistu tey streymin.

Sambært DR, fór streymurin stutt eftir klokkan sjey í morgun lokala tíð.

Orsøkin er, at trupulleikar eru við elektriska samankoblingsskipanini, upplýsir argentinska orkufelagið Edesur.

Mett verður eisini, at sunnari parturin av Brasil og fleiri býir í Kili eru ávirkaðir av streymslitinum.

Summastaðni byrjaði streymurin tó at koma aftur ein tíma eftir, at hann fór, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder