Mentan

Stórt víkingatiltak á skrá í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu

Víkingalegur verða settar upp á staðnum, har tú m.a. kanst royna teg sum víking - td. mala korn, baka flatbreyð, kasta við spjóti og royna leikir við togenda

2019-04-15 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyriskiparnir fyri Mentanarvikuna hava lagt seg eftir at skráin verður so fjølbroytt sum gjørligt. Rúm er bæði fyri barnatiltøkum, stórum konsertum, smáum tiltøkum til ein lítlan skarða, kappingar og verkstovur. Harumframt fevnir Mentanarvikan um allar bygdirnar í kommununi og Skipanes er ein av teimum.

So vilt tú royna teg sum víking, og ert tú forvitin eftir at kenna søguna hjá Sigmundi og Tróndi í Gøtu og Tróndarneyst? So skalt tú leggja leiðina fram við Skipanesi.

Víkingalegur verða settar upp á staðnum, har tú kanst royna teg sum víking - td. mala korn, baka flatbreyð, kasta við spjóti og royna leikir við togenda.

Umframt at royna víkingaskip og føroysk ross kanst tú eisini uppliva, hvussu Tróndur í Gøtu fyrireikaði seg til bardaga.

Skráin er long og fjølbroytt. Niðanfyri sæst eitt brot úr skránni.


13:00-13:30: Spjótkast og leirperlur
13:30-14:00: Leikir: Feittpinn, áratak og víkingalimbo. Mala korn og bardagi - Bardagi við Tróndarmenn
14:00-14:30: Leikir :Tog, skinn og hjálmar. Baka flatbreyð - hunangur er afturvið
14:30- 15:00: Spjótkast. Leirperlur - Gera leirperlur og leggja í bálið
15:00 - 15:30: Leikir - Feittpinn, áratak og víkingalimbo. Mala korn og bardagi - Bardagi við Tróndarmenn
15:30 - 16:00: Leikir- Togtogan, seta hjálmar, skinnleikur o.o. Baka flatbreyð - hunangur er afturvið og - leita eftir leirperlum
13:00 - 16:00: Ríðing á føroyskum rossum.

Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder