Mentan

Stórt víkingatiltak í Havn

Tiltakið Festívalhöll verður í døgunum 9. – 11. juli – Á skránni verður m.a. víkingamarknaður og konsert

2021-07-05 17:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti verður víkingatiltakið Festívalhöll í høvuðsstaðnum.

Í Viðarlundini verður ein serstakur víkingamarknaður við luttakandi víkingum úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Á marknaðinum verður høvi at síggja aldargamalt hondverk av ymiskum slag, víkingabardagar og eisini er livandi tónleikur á skránni.

Marknaðurin er opin frá fríggjadag til sunnudag og nærmari upplatingartíðir finnast á heimasíðuni festivalholl.fo.

Afturat víkingamarknaðinum verður eisini ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. juli kl. 19 við føroysku bólkunum Hamradun og Jü rghinn og donsku vísusongkvinnunum Frænde og Smedens Datter.

Atgongumerki til konsertina og víkingamarknaðin í viðarlundini kunnu keypast á heimasíðuni.

Festívalhöll fyriskipar, og alt yvirskot fer til Stuðulsfelagið Víkingabygdina, sum hevur til endamáls at byggja fyrstu føroysku víkingabygdina her á landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder