2019-04-29 18:16
Franskir myndugleikar hava steðga einum stórum yvirgangsálopi í landinum. Tað sigur innanríkisráðharrin Christophe Castaner við AP í dag.
- Vit hava nokk av prógvum til at kunna siga, at talan var um eitt stórt álop, sigur innanríkisráðharrin.
Sambært AP eru fleiri persónar handtiknir. Ein av teimum handtiknu er ein persónur undir lógaraldur, sum í februar í 2017 royndi at sleppa til Sýria, har hann vildi berjast fyri Islamiska statin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald