Innanlands

Stóru eiturkopparnir fara eisini at nørast í Føroyum

Tað er bara spurningur um tíð, sigur Jens-Kjeld Jensen

2019-10-09 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við at sonevndi “stórur húseiturkoppur” er farin at nørast í Føroyum, prátaði Góðan Morgun Føroyar í vikuni við Jens-Kjeld Jensen, serfrøðing.

Sambært honum er bara spurningur um tíð áðrenn stóru húseiturkopparnir, sum eru í grannalondum okkara, eisini koma til Føroya.

Ein av teimum er hesin stóri húseiturkoppurin. Hann er longu komin, og kann vera um 10 cm í stødd. Eiturkoppurin kann flyta seg ein hálvan metur uppá eitt sekund, og kann býta hol á húðina hjá fólki.

Hetta er tó ikki nakað fólk skulu vera bangin fyri, tí eiturkoppurin leypur ikki á fólk. Og verður man bitin av einum slíkum eiturkoppi, er tað heldur ikki nakað, sum man akkurát merkir ikki meira enn tað, vissar Jens-Kjeld Jensen um.

Jend-Kjeld greiðir frá, at vit í Føroyum hava eini 90 sløg av eiturkoppum sum nørast í Føroyum. Síðani eru eini 25-30 sløg sum vit hava staðfest hava verið her í Føroyum.

Og sambært Jens-Kjeld Jensen fara stóru eiturkopparnir heilt sikkurt at nørast her hjá okkum.

- Fleiri av hesum stóru eiturkoppunum, sum man hevur í Bretlandi og Danmark, fara at nørast her í Føroyum. Tað er heilt sikkurt, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Hann sigur, at eiturkopparnir koma hendan vegin við nógvu vøruni, eitt nú plantum og øðrum, sum vit innflyta til Føroya hvønn dag.

Hoyr innslagið í Góðan Morgun Føroyum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder