Innanlands

Stóru flogfeløgini fáa Starlink fyrst

Atlantsflog bíðar eftir at fáa skjótt internet í sínum flogførum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-04 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atlantsflog ætlar eisini at bjóða sínum ferðandi skjótt internet.

SAS hevur sett Starlink internet upp í øllum sínum Airbus A320neo flogførum, og harvið kann væntast, at internet er á rutuni hjá flogfelagnum millum Keypmannahavnar og Vágar.

Hjá Atlantic Airways er framvegis einki internet umborð, men arbeitt verður við tí, upplýsir Jóhanna á Bergi fyri FM1.

Sum skilst eru tað í fyrsta umfari tey flogfeløg við nógvum flogførum, sum hava fingið internet sett í, og hini mugu bíða eitt sindur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder