Innanlands

Stórur áhugi fyri altjóða summarskeiði í føroyskum á Setrinum

46 umsóknir eru komnar úr Norðurlondum, Týsklandi, Onglandi, USA, Grikkalandi, Portugal, Japan og Sveis, og bíðilisti er tí til altjóða skeiðið í august

Hvørt summar bjóðar Føroyamálsdeildin eitt altjóða skeið í føroyskum máli, bókmentum og søgu. Tað er ikki heilt ein og hvør, sum kann søkja. Ein treyt fyri at fáa pláss á summarskeiðinum er, at umsøkjararnir eru innskrivaðir til lestur á øðrum hægri lærustovni, og at tey hava grundleggjandi vitan um germansk mál (Mynd: setur.fo)

Hvørt summar bjóðar Føroyamálsdeildin eitt altjóða skeið í føroyskum máli, bókmentum og søgu. Tað er ikki heilt ein og hvør, sum kann søkja. Ein treyt fyri at fáa pláss á summarskeiðinum er, at umsøkjararnir eru innskrivaðir til lestur á øðrum hægri lærustovni, og at tey hava grundleggjandi vitan um germansk mál (Mynd: setur.fo)

2024-03-06 21:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur og vaksandi áhugi er hjá útlendskum studentum at koma á altjóða summarskeið á Setrinum í Føroyskum - so stórur at bíðilisti er.

Hetta skrivar setur.fo í dag.

Hvørt summar bjóðar Føroyamálsdeildin eitt altjóða skeið í føroyskum máli, bókmentum og søgu. Tað er ikki heilt ein og hvør, sum kann søkja. Ein treyt fyri at fáa pláss á summarskeiðinum er, at umsøkjararnir eru innskrivaðir til lestur á øðrum hægri lærustovni, og at tey hava grundleggjandi vitan um germansk mál.

Tað eru útvið 50 fólk úr átta ymiskum londum, sum vilja til Føroyar at læra meira um málið í august.

- Nú evstamark at søkja fór, eru 46 umsóknir komnar úr Norðurlondum, Týsklandi, Onglandi, USA, Grikkalandi, Portugal, Japan og Sveis. Talið er ov stórt til, at øll fáa pláss, men tey sum lúka treytirnar fyri upptøku koma á bíðilista.

Bergur Durhuus Hansen, sum er dekanur á Føroyamálsdeildini, heldur, at hetta altjóða summarskeiðið er virðismikið og vælumtókt.

- Fleiri av teimum, sum hava verið á summarskeiði undanfarnu árini, eru í dag týðarar úr føroyskum í onnur mál ella eru vend aftur á Fróðskaparsetrið sum gestagranskarar, hava skriva ritgerðir um føroyskt ella hava á annan hátt hildið fram og arbeitt við føroyskum, sigur hann. Summarskeiðið prógvar eisini møguleikarnar, sum eru í at menna altjóða skeið á Fróðskaparsetrinum sum heild.

Skeiðið í ár verður frá 1. - 21. august, og tað eru Sissal Maria Rasmussen og Lena Reinert, sum fyrireika og samskipa skeiðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder