
Skulu vit døma eftir stóru uppmøtingini, so er áhugin fyri føroyskum uttanríkispolitikki sera stórur. Hølini hjá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum vóru á tremur, tá fyrsta bók av sínum slag varð løgd alment fram í farnu viku. Og hóast bókin snýr seg mest um tað farna, so er eisini greitt, at neyvan nakrantíð er uttanríkispolitikkur um okkara leiðir vorðin so aktuellur og týdningarmikil sum júst nú. Og tá tað er greitt, at framtíðin m.a. byggir á tað, sum farið er, so er gott við eini bók, ið gevur okkum vitan um, hvat er farið fram á uttanríkispolitiska økinum seinastu mongu árini.
Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum, ber fram kvøðu til Árna Olafsson, sum eigur ein týðandi leiklut í nýggju bókini "Heimsins nalvi". Mynd Jan Müller
Og løtan á Setrinum var eisini heilt serlig, tí sjálvur “The Grand Old Man” í føroyskum uttanríkispolitikki varð hjástæddur, tá bókin varð løgd fram. Árni Olafsson man vera tann føroyski embætismaðurin, sum hevur tikið tey flestu og eisini tyngstu fetini á uttanríkispolitisku leið Føroya. Saman við fleiri øðrum dugnaligum fólkum, bæði politikarum og embætisfólkum, hevur hann verið við til at rudda slóð á nógvum økjum, sum hava gagnað Føroyum og gjørt Føroyar til tað land tað er í dag.
Halgir W. Poulsen stríddist saman við Árna Olafssyni at fáa Føroyum undirgrundina heim. Og tað stóra arbeiðið gav úrslit. Her er hann saman við kendum politikarum, sum vístu nýggju bókini stóran áhuga. Mynd Jan Müller
Tí var tað eisini ein serstakur dámur yvir tiltakið at hoyra henda okkara fræga føroyska uttanríkispolitiska mentor greiða frá sínum arbeiði. Hann eigur eisini sín lut í sjálvari bókini saman við fleiri øðrum rithøvundum. Hugaligt var eisini at síggja mong kend andlit til tiltakið, eitt teirra Halgir W. Poulsen, sum í mong ár stríddist saman við Árna at fáa Føroyum ræðið yvir egnum landi. Teir gjørdu m.a. sítt til at fáa táverandi danska forsætisráðharran, Poul Schlüter at enda at “leggja kongin” í undirgrundarmálinum.
Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum og í mong ár samstarvsfelagi hjá Árna í eitt nú arbeiðinum hjá Oljuráðleggingarnevndum, nýtti undir tiltakinum høvi til at bera Árna eina heilsan og tøkk eins og eina heiðursgávu fyri hansara dýrmæta arbeiði.
Eisini Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum og ein av undangongumonnunum at fáa Føroyum størri sjálvræði, ikki minst á uttanríkispolitiska økinum, hevði røðu í sambandi við bókaútgávuna.
Rógvi Olavson, ein av stigtakarunum til bókina, bjóðar vælkomin.
Heimsins nalvi
Bókin ber heitið “Heimsins nalvi” og snýr seg um føroyskan uttanríkispolitikk í eina fjóðringsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni. Talan er um eitt greinasavn, sum Fróðskapur gevur út. Tað viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd, eru:
- Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?
- Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?
- Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?
- Og hvussu sær framtíðin út?
Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.
Árni Olafsson, sum saman við embætismonnum sum Martin Heinesen og Bjørn Kunoy, hevur í sínum arbeiði m.a. lagt dent á at fáa Føroyum rættvís og mannsømilig mørk, og nú stendur "bara" markið í útsuðri eftir at loysa.
Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.
Hetta er fyrsta bók, sum viðger føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.
Morgunsendingin hjá Kringvarpi Føroya hevði 1. apríl samrøðu við Jens Christian Svabo Justinussen, lektara í samfelagsvísindum, um bókina og tiltakið.
Hoyrið samrøðuna á tíðarkotu 01:33:06 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald